Renna kapp um innara Toftavatn

Týskvøldið 30. mai verður familjutiltakið - Summarkvøld við Toftavatn - aftur á skrá.

Týskvøldið 30. mai klokkan 18 verður tiltakið - Summarkvøld við Toftavatn - aftur á skrá. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum tekur støðið í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes kommuna og Runavíkar kommuna eru felags um.

 

Farið verður avstað av tveimum støðum klokkan 17.50 - frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði, og tað verður Ingi Højgaard, advokatur, sum er ættaður av Toftum, ið fer at flyta fram røðu.

 

Í Nes kommunu vita tey at siga, at Roysnið sum vant fer at skipa fyri rennikapping, har tveir rennarar koma at renna teinin runt innara vatn, hvør sín veg.

 

- Henda renningin hevur verið forkunnug á hvørjum ári, og er tað ikki minni í ár. Týsdagin fara nevniliga tveir av sterkastu langteina rennarunum í Føroyum, oyggjaleikaaktuelli, Jan Elmar Sørensen og ein av favorittunum til Tórshavn Marathon næsta vikuskifti og hálvi Nes-maðurin, Andrias Hansen, at renna kapp um vatnið.

 

Í Nes kommunu leggja tey aftrat, at tiltakið - Summarkvøld við Toftavatn - er um eitt sera hugnaligt barna-og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og sunkist eisini verða at fáa ókeypis.