Rihanna segði nei takk til Super Bowl

Bæði Mary J. Blige og Rihanna takkaðu nei tá tær vóru spurgdar um at spæla til ársins Super Bowl.


Superbowl

Superbowl

Bæði Mary J. Blige og Rihanna takkaðu nei tá tær vóru spurgdar um at spæla til ársins Super Bowl. Hetta kemst orsaka av mótstøðuni sum Colin Kaepernick, ið spælur fyri San Francisco, gjørdi til Super Bowl í 2016. Tá tjóðsangurin varð spældur, valdi hann nemliga ikki at stilla seg upp saman við restini av leikarunum, hetta fyri at mótmæla harðskap frá løgregluni móti myrkum fólki. 

 

 

- Høvdu tit ikki elska at sæð ein av NFL eigarunum sagt, »Fá hatta svíni av okkara vølli her og nú, hann er koyrdur«, tá onkur ikki vísir virðing fyri okkara flaggi.

Soleiðis skrivaði Donald Trump, Amerikanski forsetin, á Twitter beint eftir mótmæluna frá Colin Kaepernick. 

 

 

Maroon 5, Travis Scott og Big Boi skula spæla til Super Bowl, sum verður tann 3 februar í ár. Travis Scott sigur, at hann bert er við í Super Bowl tí NFL hava lova honum at latað peningagávu til Dream Corps, ið er ein felagsskapur sum arbeiðir fyri samfelagsligt rættvísi.