fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 10.01.2019 (14:32)

Ringt veður: Smyril útsetir túrin av Havnini

Enn einaferð ávirkar veðrið siglingina hjá Smyrli. Smyril skuldi sigla av Havnini klokkan 13:30 í dag, men Smyril hevur ikki loyst frá kai enn. Fyri løtu síðani boðaði Strandferðslan frá, at túrurin er útsettur til klokkan 15. 

 

Les eisini: Framvegis upp í 35 m/s

 

Tað er fitt av vindi kring landið, men sambært DMI minkar vindurin nú út á seinnapartin. Strandferðslan skrivar á heimasíðu síni, at siglt verður aftur av Krambatanga klokkan 17:30 í kvøld, og tá verður siglt sambært vanligu ferðaætlanini aftur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her