Rocklegenda gevst

Peter Criss steðgar nú tónleikayrkisleiðini.

Peter Criss steðgar nú tónleikayrkisleiðini.

 

 

Hann er upprunaligi trummuleikarin í kenda rockbólkinum Kiss.

 

 

Seinastu pallframførslur hansara verða í Australia og USA til New York Kiss Expo og Australia Kiss Convention.

 

 

Tann nú 71 ára gamli Peter Criss leikti trummur við Kiss frá 1973 til 1980 og aftur frá 1996 til 2000 og millum 2002 - 2004.

 

 

Umframt sang hann fleiri av kendu løgunum hjá Kiss, so sum  'Black Diamond', 'Hard Luck Woman' og ikki minst stilla og vakra sangin  'Beth', ið gjørdist størsta hittlagið hjá bólkinum í USA.

 

 

 

Kiss spælir í Forum í Keypmannahavn 9. mai í ár, og tá spælir Eric Singer trummur.

    .

 

Á myndini stendur Peter Criss nummar 2 frá vinstru.