fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 7.2m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 11.01.2018 (22:45)

Rockstjørna deyð av lungnabruna

Fyrrverandi guitarleikarin í Motôrhead, "Fast" Eddie Clark, doyði í gjár, 67 ára gamal.

 

 

Enski rocktónleikarin doyði á sjúkrahúsi, har hann var innlagdur við lungnabruna.

 

 

Clark var partur av sonevndu klassisku manningini í Motorhead frá sjeytiárunum og nakað inn í áttatiárini. Hetta saman við Ian Fraser "Lemmy" Kilmister og trummuleikaranum Phil "Philthy Animal" Taylor.

 

 

Clarke var við til at skriva kenda Motorhead sangin Ace of Spades frá 1980. Clarke fór úr bólkinum í 1982.

 

 

Motorhead gavst, tá kendi oddamaðurin Lemmy doyði í 2015.

 

 

Nú Clarke er farin, er ongin eftir av sonevndu klassisku manningini í Motorhead.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her