Rói gjørdist toppskjútti tá HØJ vann rættin til uppflytingardyst

HØJ vann stórsigur á Grindsted í tí triðja Play Off dystinum

Føroyski landsliðsspælarin, Rói Berg Hansen gjørdist toppskjútti við sjey málum tá lið hansara, HØJ vann triðja og avgerandi Play Off dystin móti Grindsted í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

HØJ vann stórsigur 31-22. Í steðginum var HØJ á odda 15-12, men í seinna hálvleiki var HØJ greitt omaná. 

 

HØJ vinnur Play Off uppgerðirnar 2-1 samanlagt.

 

HØJ skal nú spæla Play Off dystir móti Holstebro úr bestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.