Leita á in.fo

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í FIF kunnu tryggja sær uppflyting til næstbestu donsku hondbóltsdeildina í morgin (Savnsmynd)

Heri Simonsen 15.03.2019 (18:25)

Rói og FIF kunnu tryggja sær uppflyting í morgin (FM1)

Í vikuni fekk vinstri vongur, Rói Berg Hansen landsliðsboð til EM-undankappingardystirnar ímóti Ukraina, ið verða leiktir 10. og 13. apríl, og í morgin kann Rói fáa enn meira at gleðast um.

 

FIF hevur higartil vunnið 19 av 19 dystum í triðbestu donsku deildini, og við einum heimasigri ímóti Korsør kunnu Rói Berg Hansen og liðfelagarnir tryggja sær uppflyting til næstbestu deildina, har Niklas Simonsen, Eirikur J. Simonsen og Rókur Akralíð leika.

 

Rói Berg Hansen vónar, at teir kunnu tryggja sær uppflytingina í morgin. Hann angrar ikki, at hann fylgdi FIF niður í triðbestu deildina. Hann sigur, at talan er um eitt sera gott venjingarumhvørvið í FIF, og hann heldur, at FIF í ár hevur eitt munandi sterkari lið enn í fjør.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Róa Berg Hansen í SportBoxini á FM1 seinnapartin. Sjúrður og Rói umrøddu eisini uppgávuna hjá landsliðnum ímóti Ukraina. Ein uppgáva Rói gleðir seg nógv til. 

 

Dysturin millum FIF og Korsør byrjar klokkan 14 í morgin. Við í hópinum hjá FIF er eisini fyrrverandi H71-málverjin Tóraldur Kollsker. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her