fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.4m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 02.08.2018 (16:40)

Róland røkkur dustsins árum

Tað sæst ikki á honum, so lættur og fattur og arbeiðssamur hann er, men tað er ein veruleiki. Sunnudagin fimta august røkkur Róland í Skorini í Havn teimum sjeyti ella dustsins árum.

 

Undan summarsteðginum beyð hann arbeiðsplássinum í Hoydølum í meiri enn fjøruti ár farvæl, men styrkin og áræðið eru góð og stór, og Róland er framvegis virkin og ber ábyrgd á so mongum økjum.

 

Vøggan stóð í C. Pløjensgøtu í Havn. Í íbúð í kjallaranum hjá mammubeiggjanum Peturi í Gong. Hetta var fyrsta heimið hjá foreldrunum Ragnhild og Poul í Skorini.

Pápin var av Eiði. Poul var sonur Onnu Elisabeth, sum var úr Leynum, og Rasmus í Skorini, sum fórst við Tór 2 í 1942.

Mamman vaks upp í Tvørgøtu og undir krígnum á trøðni úti á Heygnum Mikla. Omman, Elsbeth Malena, var ættað úr Svínoy, dóttir Mariu oman av Fløtti og Garða Petur, sum var av Húsum. Abbin, Sámal, var havnarmaður. Ættin í Havn stavar úr Gongini. Langabbin, Jens, var útróðrarmaður og fórst blaðungur. Lena sat einkja, sum stríddist fyri at halda hungurin frá durunum. Tey í Gong vóru grannar við tey í Áarstovu – tað vóru bara nakrir favnar millum húsini – og Hans Andreas Djurhuus hevur Lenu við í einari av sínum beinraknu lýsingum – Í mánalýsi:

 

Her búði Lena, friðarlig og góð;

hon manga stund á seiðabergi stóð,

tá kvøldarroðin yvir vágin brann,

og áin sum í bræddum gulli rann.

 

 

Minnið um Lenu og hennara ágrýtni við tráðuni fyri at fáa í pottin sær og sínum til mettuna livir enn í Havn. Á leið har sum Betri nú hevur høvuðssæti er Lenustólur. Hans Andreas mundi eygleiða Lenu, sum hon so friðarlig og áhaldandi gekk úr Gongini og út í Lenustólin at syfta og heimaftur.

 

Róland var fýra ára gamal, tá ið yngri beiggin, Sámal, varð føddur. Poul bygdi hús við Dalavegin, men stutt eftir at tey vóru flutt inn holvdi sorgin yvir tey. Ragnhild var plágað av herviligari nýrasjúku. Hon átti í oktober 1956 triðja sonin, sum bara livdi í nakrar tímar, og 2. juni í 1957 doyði Ragnhild frá manni og tveimum smádreingjum.

Róland var tá nógv hjá ommuni í Havn og mostrini Miu, sum var gift Heina Svarthamar, og Sámal fór norður til Eiðis við ommuni, og har var hann langt skifti. Seinni búsettist Sámal á Eiði.

 

Tað vóru vánaligar tíðir í fimmti árunum. Poul, sum var hegnismaður, lærdi eftir kríggið jarnsmíð á Skipasmiðjuni. Hann kendi til at vera arbeiðsleysur, men fekk so starv í Smæruni, har hann var øll síni bestu ár. Saman við Mouritsi Rubeksen seldi og umvældi hann møblar.

Í 1959 giftist Poul Miu á Dul, og í 1965 fingu tey dóttrina Ragnhild.

Róland fór í fyrsta flokk í gamla kommunuskúlanum á Vaglinum. Í 1956 varð flutt í nýggja gula kommunuskúlan, og eftir níggju ára skúlagongd fór Róland – saman við klassafelagnum Óla Breckmann – væl stuðlaður av pápanum úr fjórða millum og á nýmálsliga deild í Hoydølum.

 

Eftir lokið studentsprógv var Róland vikarur á Frúðutrøð, áðrenn hann fór til Aarhus at lesa religión og franskt. Hann las eitt skifti í Oslo, og kom eftir lokið prógv í Aarhus aftur til Føroya í 1976. Serritgerð skrivaði hann um gudfrøðingin Karl Barth og rúgvismiklu og fjøltáttaðu avrik hansara. Serligan áhuga hevur Róland eisini havt fyri eitt nú Dietrich Bonhoeffer, sum hann hevur greitt frá um í útvarpinum.

 

Róland hevur altíð verið við til at gjørt mun, har hann hevur verið. Hann vaks upp í Ebenezer undir kønu leiðslu Andrew Sloan. Lestrarárini var hann saman við øðrum føroyingum virkin í Kristent Fælleskab í Aarhus. Hann mundi vera ein tann fyrsti føroyingur yvirhøvur, sum stutt skifti var við OM missiónsfelagsskapinum, og hann var virkin í studentafelagsskapinum Navigatørerne.

Áðrenn tey fluttu aftur til Føroya, giftist Róland Elsu Absalonsen úr Klaksvík. Tey eiga fýra børn – Poul, Stefan, Heini og Maria – og nú er abbin nógv upptikin av næsta ættarliðnum.

 

Róland er tiltikin undirvísari og lestrarvegleiðari. Tað er skoðsmálið hann fær frá næmingunum, og hann hevur verið góður og kveikjandi starvsfelagi.

Ein av avbjóðingunum hevur verið tilfar at hjálpa næmingum at flyta úr føroyskum og í franskt og hinvegin. Fyri nøkrum árum síðani fór Róland undir miðvíst arbeiði at fáa tað til vega, og tað var hugaligt tíðliga í vár at vera vitni til, tá ið hann eldhugaður og saman við kveikjaranum Jonhardi Mikkelsen og Sprotanum legði úrslitið fram – orðabók við aðalmáli at tæna føroyingum sum læra franskt.

 

Í útvarpinum hava vit hoyrt, hvussu stórt innlit Róland hevur í fronsk samfelagsviðurskifti og politiska spælið.

Í sambandi við, at tað varð samtykt at halda serligan Holocaust dag, var Róland á vitjan í Theresienstadt týningarleguni, og tá lutaði hann við okkum ræðuleikarnar, sum gýðingarnir vóru útfyri, og tað varð reflekterað yvir, hvat tað var og er, sum kann fáa menniskja at bera seg soleiðis at, sum týskararnir gjørdu við jødarnar í tríati árunum og undir krígnum.

 

Tað er ein sjálvfylgja, at myndugleikarnir valdu Róland í siðsemisnevndina, og í tí sambandi hevur hann ofta verið at hoyra, tá ið stórir og torgreiddir spurningar um lívsins djúpastu viðurskifti hava verið umrøddir.

Longu tá ið børnini komu og húsini vórðu bygd – fyrst á Tórgarði og síðani í Hanusargøtu – vóru Elsa og Róland virkin í Ebenezer, og tað hava tey verið síðani. Fyrstu árini var tað serliga ungdómurin og tey lesandi, sum vóru í fokus. So við og við varð tænastan meiri víðfevnd. Saman við eitt nú Osvaldi Kjærbo, Rodmundi í Liða og Jukim Olsen, sum nú allir eru farnir, tók Róland við ábyrgd, og hann tænir framvegis – saman við øðrum – við góðum huga, um tað so er í væl fyrireikaðum og hjartaligum talum, samtalum ella umsorgan á annan hátt og bæði í gleði og sorg.

 

At vera útbúgvin gudfrøðingur frá lærdum háskúla og samstundis partur av samkomu, sum í síni tíð varð skipað sum leikmannarørsla, hevur ivaleyst havt sínar avbjóðingar. Annað er grundað á skriftirnar og andaliga sannføring og hitt á ástøði í universitetsverðini. Um viljin er til tað, so kann tað vera so skjótt, at funnið verður fram til onkran disharmoni millum hesar báðar verðirnar.

 

Róland hevur so mangan mint á, at íblásturin til lærdóm, gransking og universitet stavar frá kristiliga felagsskapinum, sum kendi ábyrgd fyri og fór undir alt tað, sum nú er nátúrligur partur av vælferðarsamfelagnum – útbúgving, heilsurøkt og almennaverk.

Framúr trúfesti hevur Róland eisini víst í øðrum pørtum av samkomulívinum. Hann hevur í meiri enn tríati ár staðið fyri at samskifta Bønarløtuna hjá KBS, sum ber tíðindi og bønarevni frá trúboðum og til einstaklingar og samkomur.

 

ST lýsti 1981 at vera árið hjá teimum, ið bera brek. Róland loftaði saman við øðrum hugskotið at skipa fyri serligari legu í Zarepta, har hann í mong ár hevur verið og er nevndarlimur, og soleiðis hevur verið á hvørjum ári síðani tá. Ættarlið eru komin og farin, og Róland er framvegis ein av fyriskiparunum.

 

Fríðrikur próstur yrkti:

Gev teimum Tróndar skarpa vit,

men Sigmunds bjarta hjartalit!

Hetta hóskar so væl 70 ára føðingardagsbarninum.

 

Góði skyldmaður. Takk fyri vinalag, samstarv, fyridømi og íblástur, sum tú hevur verið og ert hjá so mongum og hjartaliga til lukku við føðingardegnum.

                                                                                          Jóannes Hansen

Føðingardagurin verður hildin sunnudagin 5. august frá klokkan 13 í Østrøm, har øll eru hjartaliga vælkomin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her