fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 8.3m/s

Leita á in.fo

Sólvá Lindenskov Róadóttir 07.11.2018 (14:15)

Ronja úr Danmark: Eg eri ikki býtt, eg eri orðblind

Í sending á dr1 varð tað at vera orðablindur umrøtt. Tosað varð millum annað við 12 ára gomlu Ronju. 

 

12 ára gamla Ronja úr Danmark er orðblind. Hon byrjaði í sætta flokki í Hillerød beint eftir summarferiuna í ár. Ronja fekk staðfest, at hon var orðblind, tá hon gekk í triðja flokki, men hon fekk lítla og onga hjálp frá skúlanum, og familjan valdi av tí sama at flyta til Hillerød, har Ronja kundi fáa røttu hjálpina í skúlanum. 

 

 

Peter Qvortrup Geisling, ið er lækni og tíðindafólk, vitjar Ronju og skúlan í Hillerød fyri at vita hvussu Ronja hevur tað á nýggja skúlanum. 

- Tað er strævið at hyggja eftir orðum. Tey geva onga meining, og bókstavirnir hanga ikki saman í mínum høvdi, sigur Ronja. Tað gerst strævið at lesa og skriva. Eg veit ikki, hvønn týdning hvør bókstavur hevur.

 

 

Foreldrini hjá Ronju siga, at tey longu vistu, at okkurt var, sum ikki ruggaði rætt, áðrenn hon fekk staðfest, at hon var orðblind. Ronja stríddist við at lesa, og hon kundi gott baksast við eitt orð í einum setningi leingi, og baksast við sama orðið umaftur í næsta setningi, hóast hon júst hevði lisið tað frammanundan.

- Vit valdu at flyta, soleiðis at Ronja kundi fáa ta hjálp henni tørvar. Hon fekk ikki ta vitan, hon kundi fáa við, tí tað bleiv ikki tikið hond um trupulleikan á gamla skúlanum hjá Ronju, siga foreldrini.

 

 

Ronja trívist væl í nýggja skúlanum, men hinir næmingarnir duga væl at síggja, at Ronja er ikki heilt líka sum tey, tá tað kemur til at lesa og skriva. Hóast hetta, duga teir at skilja, at tað einasta, sum Ronja ikki klárar líka sum tey, er at lesa og skriva, og tað er einki óvanligt við tí, siga næmingarnir. 

 

 

- Tá Ronja lesur, fær hon hjálp frá einari ljóðbók, soleiðis at hon sær og hoyrir orðini sum hon skal lesa. Meiningin er ikki, at Ronja skal sita og stríðast við at lesa tekstin. Í hesum aldrinum er meiningin, at hon skal kunna tulka tekstin og uppliva ymisk tekstasløg og skilja tey, sigur Maria Godtkjær, lærarin hjá Ronju. Ronja skrivar eisini á telduni, og har kann hon fáa hjálp frá telduni við einum skriviforriti.

 

 

Lærarin hjá Ronju planleggur eisini ítriv, har »Ronja kann vera Ronja uttan telduna«, soleiðis at hon kann virka saman við hinum næmingunum.

- Hetta ger, at Ronja ikki følir seg so øðrvísi frá hinum næmingunum í flokkinum, sigur Maria Godtkjær.



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her