Ross takkar fyri seg

Sætta plássið stendur upp á spæl, tá ið Suðringar og Skála seinnapartin bresta saman við Stórá

Tað letur til at vera breið semja um, at skotski Maurice Ross, um í vár kom úr Noregi og til felagsliðið í Suðuroy, hevur verið góður íblástur. Jón Krosslá Poulsen, veteranurin á liðnum hjá Suðringum, segði eftir síðsta umfar, at hann vónar, at nýggi venjarin verður av sama slagi sum tann, sum nú leggur frá sær.

 

Tað eru fleiri vikur síðani,a t Maurice Ross boðaði frá, at hann ikki verður venjari í Suðuroy næsta ár. Hann legð aftrat, at tað ikki er víst, at hann ikki verður venjari í Føroyum, men tað verður altso ikki hjá felagsliðnum sunnanfjørðs.

Harvið verður tað síðsti dysturin hjá honum á odda fyri Suðringum, tá ið Skála seinnapartin verður gestur við Stórá. Hetta verður eisini síðsti dysturin hjá Paula Poulsen sum oddamaður fyri liðnum hjá Skála.

 

Felags fyri Suðringar og Skála er, at liðini kappast fyri at enda á sætta plássi. Undan síðsta umfari er Skála best fyri í tí kappingini. Skála hevur 30 stig, meðan Suðringar og EB/Streymur hava 29 stig. Harvið er tað møguleiki fyri, at øll trý liðini kunnu vinna sætta pláss og enda á áttanda plássi.