fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 13.09.2018 (19:22)

Rót og rútma í Tjørnuvík

Listaframsýning við Randi Samsonsen og Rannvá Holm Mortensen verður í næstu viku í  listafólkabústaðinum í Tjørnuvík.

 

 

Fernisering verður mánadagin 17. september 2018 kl. 17-19 og framsýningin er opin 17. - 22. september 2018, hvønn dag kl. 17-19.

 

 

Á framsýningini vísa listakvinnurnar tveydimensional og rúmlig verk. Framsýningin er partur av Mentanardøgunum í Sunda Kommunu, skrivar LISA, Listafólkasamband Føroya, í tíðindaskrivi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her