fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.03.2018 (10:05)

Royna at draga útisetar heim

Aftur í ár skipað BankNordik og Atlantsflog fyri Vel Føroyar.

 

Valið er møguliga ikki so ringt - at flyta heim er fantastiskt, men tað kann saktans tykjast fløkjasligt við teimum nógvu praktisku viðurskiftunum, tú skalt hava greiðu á. Tí bjóða BankNordik og Atlantic Airways aftur í ár til Vel Føroyar á Norðuratlantsbryggjuni hóskvøldið 15. mars. kl. 19.30. Í fjør vóru fleiri enn 250 luttakarar til tiltakið.

 

- Vel Føroyar er eitt kunnandi útisetatiltak, ið er snikkað til føroyingar, ið umhugsa at flyta heim – og til teir útisetar, ið ikki ætla sær heim til Føroya beint nú, men kanska um nøkur ár, siga fyriskipararnir.

 

Á skránni eru ymiskar kunnandi framløgur um alt, tú hevur tørv á at vita í sambandi við at flyta heim til Føroya. Tórshavnar kommuna fer at greiða frá praktiskum viðurskiftum um eitt nú grundstykki, dagstovnspláss og hvussu man ger, tá ið man flytur til eina føroyska kommunu. Smyril Line og Trygd geva góð ráð til, hvussu tú pakkar bingjuna skilagott, og BankNordik, Skyn og Bústaðir greiða frá bústaðarmøguleikunum í Føroyum.

 

Er tað skilagott at taka gamla bilin við heim, hvørjar eru barnsburðar- og vanligu skattareglurnar í Føroyum, og hvussu tollar man flytigóðsið? Alt hetta fer Taks at greiða frá á ein skilligan hátt. Harafturat fer ALS at greiða frá møguleikunum, nýútbúgvin hava í Føroyum, og koma við ítøkiligum ráðum til at finna starv heima í Føroyum.

 

Høvi verður eisini at hoyra Rúnar Reistrup, stjóra í Hey, fortelja um, hví hann valdi Føroyar, og hvat Føroyar hava at bjóða. Hann kemur eisini við góðum ráðum til, hvussu tú finnur dreymastarvið í Føroyum.

 

Eins og áður verður føroyskur matur, føroyskt drekka og føroyskur tónleikur eisini á tiltakinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her