Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.08.2017 (11:50)

Royna at snýta pengar frá føroyskum fyritøkum

Seinastu tíðina hava tað verið fleiri royndir at pumpa pengar frá fyritøkum ígjøgnum internetið.

 

Tað sigur løgreglan í Føroyum í eini ávaring í morgun.

 

Í hesum sambandi fáa fyritøkur teldubrøv um at gjalda fyri ymsar vørur, sum ongantíð eru bílagdar. Hetta slagið av sviki ljóðar rættiliga einfalt, men har liggur nógv arbeiði aftanfyri og tað eru eisini ofta vælútbúgvin og varin fólk, sum verða snýtt, sigur løgreglan.

 

Tey, sum fremja hesi svikini, royna at finna so nógvar upplýsingar sum tilber um virkini, og serliga tey, sum starvast í bókhaldinum og leiðsluni. Í hesum sambandi brúka tey eisini tíðindastubbar um virkið, umframt Facebook, Linkedin og aðrar sosiala miðlar, og av og á finna tey soleiðis útav, nær stjórin til dømis er uttanlanda.

 

– Tað er vanligt, at tey síðani senda onkrum í bókhaldinum teldubrav, har tey siga seg verða stjórin á virkinum, og biðja tey flyta pengar fyri einhvørja vøru. Ofta nevna teir í teldupostinum, at gjaldingin hevur skund, sigur løgreglan.

 

– Soleiðis royna tey at trýsta bókhaldsfólkið til at flyta peningin beinanveg, soleiðis at bókhaldsfólkið ikki spyr seg fyri aðrastaðni, áðrenn peningurin verður fluttur. Av á og skriva teir niðast í teldubrævinum, ”Sent from my iPhone” ella okkurt líknandi. Hetta ger eisini, at man ikki hugsar líka nógv um stavivillur ella aðrar feilir í teldubrævinum, sigur løgreglan.

 

Men her í Føroyum hava vit tann stóra fyrimunin, at føroyskt er eitt lítið mál, og vit hava tí enn ikki sæð nakað teldubræv á føroyskum. Málið higartil hevur verið danskt ella enskt.

 

– Er óhappið hent, og peningurin er fluttur, er tað avgerandi at seta seg í samband við bankan sum skjótast fyri at steðga flytingini, tí tey, sum standa aftanfyri svikið, eru skjót at flyta peningin runt til støð, har tað er so gott sum ómøguligt at fáa fatur á teimum aftur, sigur løgreglan.

 

Ein máti at forða fyri slíkum sviki, er at seta seg í samband við tann persónin, sum biðjur um flytingina, fyri at fáa hana váttaða. Hetta skal sjálvsagt ikki gerast við at svara tí teldubrævinum, tí so skrivar man bara til bakmenninar. Tískil skal bókhaldsfólkið seta seg beinleiðis í samband við tann, sum skal eitast at hava biðið um flytingina.

 

 

Løgreglan sigur annars, at fyri at kunna kannað málið, er tað umráðandi at tað upprunaliga teldubrævið, verður goymt. tí viðhvørt ber tað nevnliga til at finna útav, hvør hevur sent teldubrævið, sigur løgreglan. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her