Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 27.04.2016 (12:46)

Royna enn at forða fyri samkyndum hjúnalagi

- Tað er onki at ivast í, at nú er tað avmarkað, hvat fáa gjørt. Men eg ivist ikki í, at vit fara at royna enn eina ferð.

 

Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, eftir at løgtingið samtykti í natt, at samkynd skulu sleppa at giftast í Føroyum. Men uppskotið skal hava eina viðgerð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt, og hon verður fríggjamorgunin.

 

Og Bill Justinussen heldur, at hann væntar ikki, at tey, sum eru ímóti tí, fara at kasta handklæðið í ringin, men at fara at gera, tað tey kunnu, fyri at forða fyri, at samkynd kunnu giftast.

 

Undir viðgerðini í gjár legði eitt Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, uppskot fyri Løgtingið um at fólkaatkvøða skuldi vera um spurningin. Men seinni tók hann uppskotið aftur við teirri grundgeving fyri, at tað var ikki meiriluti fyri tí.

 

Bill Justinussen var tó skjótur at leggja tað fram aftur. Og hann sigur, at atkvøðugreiðslan í Løgtinginum vísti nettupp, at hevði Heðin Mortensen bara atkvøtt fyri sínum egna uppskoti, hevði meiriluti verið fyri tí. Hann sipar til, at uppskotið um fólkaatkvøðu fekk 16 atkvøður fyri, og hevði Heðin Mortensen atkvøtt fyri, hevði tað verðið samtykt.

 

- Hetta vísir, at uppskotið um at hava fólkaatkvøðu um málið, hevur undirtøku í Løgtinginum, høvdu bara øll tingfólk sloppið at atkvøtt eftir síni sannføring.

 

- Men tað sleppa tey ikki, tí hóast tað beinleiðis stendur í samgonguskjalinum, at tað stendur hvørjum tinglimum sær frítt fyri at atkvøða eftir síni sannføring í etiskum málum, vísti støðan í gjárkvøldið, at onki hald er í hesum, tí tað vísti seg, at samgongan bant allar tinglimir at atkvøða fyri uppskotinum.

   

- Heðin Mortensen tók uppskotið aftur, tí hann mettu støðuna skeivt. Tí vænti eg, at andstøðan fer at leggja uppskotið um fólkaatkvøðu fyri Løgtingið aftur fríggjadagin.

 

Kortini ásannar hann, at hann ivast í um nakað er at gera av tí at 19 av teimum 33 løgtingslimunum atkvøddu fyri samkyndum hjúnalagi, so meirilutin var trivaligur. Men hann heldur kortini, at tey skylda øllum pørtum at gera eina roynd.

 

Men vísir tað seg, at meiriluti hevði verið á eini fólkatkvøðu fyri samkyndum hjúnalagi, eru tit so sinnað at fylgja fólksins vilja.

 

- Nei, tað fari eg ikki, tí tað er ein spurningur, sum grundleggjandi stríður ímóti míni sannføring. Um øll verðin so atkvøður fyri samkyndum hjúnalagi, fari eg aldrin at góðtaka tað kortini, sigur Bill Justinussen.

 

- Men verður meiriluti fyri uppskotinum, hava tey løgtingsfólk, sum taka undir við tí, í hvussu so er heimild fyri tí í fólkinum. Men er meitiluti ímóti, hava tey tað ikki, og so verður tað vátta, at tað er skeivt, tá ið tey tvíhalda um, at meiriluti av føroyingum tekur undir við tí.

 

Men Bill Justinussen vísir á, at hóast uppskotið verður endaliga samtykt fríggjadagin, er hundurin ikki so frægt sum hálvbardur enn, tí so skal málið fyri Fólkatingið, síðani fyri Løgtingið, og at enda skal tað aftur samtykkjast í Fólkatinginum.

 

 - Og tað kann nógv henda til alt tað er avgreitt og samkynd sostatt sleppa at giftast í Føroyum, Tað krevur at samgongan stendur øksl við øksl í eini tvey, trý ár afturat, og tað kann vísa seg at vera torført, tá ið hugsað verður um arbeiðslagið higartil, og tey stórmál, sum liggja fyri framman, sigur Bill Justinussen.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her