fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 14.11.2017 (10:58)

Royna fáa glið á í dag

Semingsstovnurin hevur í dag avtalað fundir við bæði Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Endamálið við at møta stríðandi partunum hvør sær í dag er fyri at vita, um tað ber til at fáa glið á samráðingunum aftur. Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður.


- Ein semja skal finnast fyrr ella seinni, og fylgjurnar av verkfallinum byrja at blíva keðiligar fyri allar partar. So tá vit tosa við partarnar í dag, so er tað sjálvandi fyri at vita, um tað ikki er okkurt, ið vit kunna arbeiða við, Terje Sigurðsson, og leggur afturat.


- Vit vóna vit kunna fáa flutt nakað, so at vit skjótast gjørligt kunna fara undir realitetssamráðingar. Fundirnir í dag eru ein liður í tilgongdini at fáa sett samráðingar í gongd aftur.


Tað eru ellivu dagar síðan, at samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið slitnaðu, og felagið lýsti verkfall fyri allar narkosusjúkrarrøktarfrøðingar. Mánadagin í síðstu viku bleiv verkfallið víðkað til at fevna um leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum, hósmorgun bleiv seingjadeildin B7 á Landssjúkrahúsinum stongd, í gjáramorgun fóru sjúkrarøktarfrøðingarnar á seingjadeildini í Klaksvíkar sjúkrahúsi og G4 á Landssjúkrahúsinum í verkfall og hósmorgunin verður verkfallið víðkað til eisini at umfata sjúkrarøktarfrøðingarnar, ið arbeiða á B6 á Landssjúkrahúsinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her