Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.11.2018 (13:10)

Royna nú at krevja endurgjald fyri Glasir

Nú skal tað kannast til botns, hví arbeiðið at byggja Glasir hevur gingið so illa, at Løgtingið fleiri ferðir hevur verið noytt til at játta meiri pening til at játtanin hevur ikki hildið.

 

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hon og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 18,7 milliónir afturat til Glasir í Marknagili. Men tær kunnu heldur ikki veita fulla vissu fyri, at hetta verður tann seinasta eykarokningin.

 

Kristina Háfoss sigur, at nú er so ætlanin at seta eina kanning í verk fyri at fáa greiði á, hvør hevur ábyrgdina av gongdini og tí sambandi skal tað eisini kannast um tað ber til at krevja endurgjald, og har tað ber til, verður tað gjørt. Tað er eisini ætlanin at fáa greiði á, um nakrar rokingar eru væntandi afturat.

 

Hon vil eisini hava fulla greiði á, hví peningur, sum er játtaður til flagtekju er brúktur til onnur endamál, og hvussu tað ber til, at pengar eru brúktir, hóast Løgtingið ikki hevur játtað teir enn.

 

– Tað ber ikki til, at brúka pening, sum Løgtingið ikki hevur játtað og tað ber heldur ikki til at brúka pengar, sum eru játtaðir til heilt onnur endamál enn hann er játtaður til. Tí skal alt kannast út í æsir og í hesum samandi skal greiða eisini fáast á, hvør hevur ábyrgdina.

 

Upprunaliga skuldi skúlin verða liðugur í 2013, men síðani er ætlanin broytt munandi og nú kostar tað meiri enn nakar hevði ímyndað sær, at hann fór at kosta. Men hon leggur eisini dent á, at tað er neyðugt at gera skúlin lidnan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her