Royndirnar við umdystum í hálvfinaluni munaðu væl (FM1)

(FM1) Hoyr Pætur Mikkjalsson hjá Neistanum og Djóna G. Joensen seta orð á 1. FM-finaluna í Okkaradeildini


Neistin er á odda 1-0 í FM-finalunum í Okkaradeildini. Tað er veruleiki aftaná ein 30-28 sigur á H71 í Hoyvíkshøllini aftaná longda leiktíð.

 

Sjúrður H. Hoydal skrivaði m.a. soleiðis um dystin á in.fo fyrr í kvøld: -

Tað  gjørdist eins javnt og væntað, og hetta bar fyrsta løtan eisini boð um.

Liðini skiftust um at skora - heldur sjáldan - og sera nógvir teprir nærdystir løgdu sín dám á dystin. H71 hevði bóltin seinastu løtuna av dystinum, men tað eydnaðist ikki at avgera. Neistin fekk ein lítlan møguleika við fáum sekundum eftir, men tað eydnaðist heldur ikki.

 Sostatt skuldi longd leiktíð avgera dystin, og fólk flest mundu halda at H71 hevði yvirvágnað at døma eftir seinastu løtuni. Men so var ikki. Í staðin gingu fyrstu fimm minuttirnir uttan eitt einasta H71-mál, meðan Neistin revsaði hesum tríggjar ferðir.

 Hetta gjørdist avgerandi. Neistin slepti ikki tamarhaldið aftur, og at enda gjørdist støðan 28-30 til Neistan, ið sostatt vann fyrsta sigurin í drúgvafinaluumfarinum.

 

Aftaná dystin fekk Sjúrður H. Hoydal orðið á Pætur Mikkjalsson hjá Neistanum og Djóna G. Joensen hjá H71 beinleiðis á FM1. Pætur Mikkjalsson heldur, at umdysturin í aðru FM-hálvfinaluni móti Kyndli góvu Neistanum nakrar kærkomnar royndir til umdystin í kvøld. Djóni G. Joensen viðgongur afturstigið at tapa heima móti Neistanum, men hann heldur, at H71 væl og virðiliga kann javna til 1-1 í teimum samlaðu uppgerðunum tá liðini hittast aftur í høllini á Hálsi mikukvøldið klokkan 20.

 

HER ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Pætur Mikkjalsson og Djóna G. Joensen á FM1.