fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 5.7m/s

Leita á in.fo

Tilvildarlig mynd

Annika Kunoy Im 02.01.2018 (14:07)

Runavíkar kommuna vil ikki rinda pedagogum løn

Runavíkar kommuna noktar, sum tann einasta kommunan í landinum, at rinda pedagogum í verkfalli ella verkbanni løn. 

 

 

Upprunaliga boðaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá, at námsfrøðingar í verkfalli og verkbanni ikki fingu løn. Seinni varð hetta broytt, tí tað er vanlig mannagongd at arbeiðsgevarin rindar lønina, og at lønarviðurskiftini verða avgreidd við fakfelagið seinni.

 

 

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur við Kringvarpið, at hann undrast á, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið broytti ætlan og valdi at rinda pedagogunum løn í desember mánaði. 

 

 

Kringvarpið sigur, at avgerðin hjá Runavíkar kommunu setur á leið 100 pedagogar í eina keðiliga støðu, sum fyri jól hildu, at tey fingu løn í desember mánaði.

 

 

– Tað er øgiliga smáligt. Eitt er, at lønin ikki verður útgoldin, men so heldur ikki at boða starvsfólkunum frá, at kommunan ikki fylgir boðunum frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er óheppið og ræðuliga keðiligt hjá hesum starvsfólkunum, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, við Kringvarpið.

 

 

Pedagogfelagið arbeiðir við at finna eina loysn, soleiðis at limir teirra í Runavíkar kommunu eisini fáa løn fyri desember mánað. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her