Rundkoyringin tekur skap

Kanska er talan um fyrstu rundkoyring yvirhøvur undir Atlantshavinum

Tað verður arbeitt allan sólarkringin og sjey dagar um vikuna við tunlinum millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin.

Yvir vatnganginum sæst, at grótbátur støðugt siglir millum Strandalandið og Rókina á eystara armi á Skálafjørðinum. Har eru teir farnir at fylla út og harvið at fyrireika rundkoyringina, sum skal vera norður frá tunnilsmunnanum.

 

Á heimasíðuni hjá Pf. Eystur- og Sandoyartunlar sæst henda myndin. Hon er tikin av rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni, sum nú so smátt er farin at taka skap. Lagt verður aftrat, at helst er hetta einasta rundkoyring yvirhøvur undir Atlantshavninum.