fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 20.03.2017 (10:18)

Rúsan vil sleppa at selja sterkari brennivín

Tað skal vera loyvt at innflyta rúsdrekka til Føroya sum er sterkari enn 60 prosent.

 

Tað halda tey í Rúsuni.

 

Løgtingið viðger í hesum døgum eitt uppskot um at loyva teimum, sum gera rúsdrekka, loyvi til at innflyta sterkt ethanol, ella Finspritt, til at gera brennivín burtur úr.

 

Hinvegin er ikki loyvt at selja brennivín í Føroyum, sum er sterkari enn 60 prosent og tað halda tey í Rúsuni er ov veikt.

 

Í eini viðmerking til málið, mælir stjórin í Rúsuni, Rógvi A. Fossádal, tískil løgtinginum til at hækka markið upp í 75 prosent.

 

Orsøkin til tað er, at Rúsan vil fáa loyvi til at innflyta ymisk góð sløg av rúsdrekka, sum mangan eru sterkari enn 60 prosent. Hann sigur, at Rúsan hevur eisini viðskiftasfólk, sum spyrja eftir slíkum rúsdrekka.

 

Í hesum sambandi vísir Rógvi A Fossádal á, at nøkur av teimum bestu sløgunum av whisky, eru sterkari enn 6o prosent, men hesi sløgini er tað ólógligt at innflyta og tí mælir hann til, at hámarkið fyri, hvussu sterkt brennivín, tað skal vera loyvt at innflyta til Føroya, verður hækkað upp í 75 prosent.

 

Í eini grein í Sosialinum tann 25. januar, mælti eisini Ronnie Thomassen, sum er formaður í Ein Malt, iå er eitt felag fyri fólk, sum eru áhugað í whisky, at hámarkið verður avtikið, tí at nógv hágóðskusløg av rúsdrekka eru sterkari rnn 60 prosent.

 

Hann vísti á, at eitt bann, sum ið síni tíð varð ásett fyri at forða føroyingum í at drekka Finspritt, forðar nú fyri, at tað ikki ber til at fáa fatur á nøkrum av teimum bestu sløgunum av whisky, og øðrum brennivíni. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her