fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.09.2017 (15:37)

Ruskinnsavnari skar seg illa í beinið

Í dag hevur ein ruskinnsavnari IRF skorið seg illa av einum knívi, ella øðrum hvøssum luti. Óhappið hendi, tá hann tók ruskposa frá einum privatum húsarhaldi, har okkurt hvast lá í. Maðurin varð seymaður hjá kommunulækna.

 

IRF vísir á, at maðurin eins væl hevði kunnað stungið seg  aðrastaðni og fingið mein fyri lívið, um hann var raktur øðrvísi. IRF heitir tískil staðiliga á øll um at hugsa seg væl um, hvat tey lata í ruskposan, so tílíkt ikki endurtekur seg.

 

– Knívar, og størri hvassir lutir, skulu latast á kommunalu bingjuplássini. Brotnar krukkur og tílíkt, skulu pakkast væl inn, áðrenn tað verða latnir í posan, sigur IRF.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her