Russar hava tikið bygdina Semenivka

Semenivka liggur sunnan fyri býirnar, Kramatorsk og Slovjansk, har eysturi í Ukraina.

Russiska verjumálaráðið veit í dag at siga, at russiskar deildir hava tikið bygdina, Semenivka í Donetsk-regiónini, har eysturi í Ukraina. 

 

Upplýsingarnir eru ikki váttaðar av óheftum keldum.

 

Russiski herurin hevur tikið seg nakað fram í Donetsk-regiónini seinastu vikurnar, nú ukrainsku deildunum hevur tørvað lóður og útgerð.

 

Fleiri lond hava nú játtað Ukraina útgerð, men tað tekur sína tíð, áðrenn veitingarnar koma fram til hermótið.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at bygdin Semenivka liggur sunnan fyri býirnar, Kramatorsk og Slovjansk har eysturi í landinum.