fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 5.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 17.02.2017 (15:30)

Russar keypa mest úr Føroyum

Aftur í ár er Russland tað landið, vit selja mest til. Umleið ein fjórðingur av øllum útflutninginum fer til Russlands. Tað er 1,9 milliardir krónur.

 

Landið, vit útflyta næst mest til, er USA, sum keypir fyri 900 milliónir krónur, sum er 11% av samlaða útflutninginum.

 

Á triða plássi er Bretland, og síðan koma Danmark og Kina.

 

Útvið helvtin av útflutninginum til Russland er laksur, meðan vit selja makrel fyri 500 milliónir krónur og sild fyri 300 milliónir krónur.

 

Til USA selja vit mestsum bara laks (99%).

 

Bretland keypir laks fyri 339 milliónir krónur og tosk fyri 284 milliónir krónur. Tað svarar til ávikavist 40% og 35% av samlaða útflutninginum til Bretlands. Útflutningurin til Danmarkar er 35% laksur og til Kina eru 92% laksur.

 

 

2015 mió kr2016 mió kr2015 %-partur2016 %-partur
Russland1.7731.9072624
USA602897911
Bretland592835910
Danmark51660088
Kina35956957

Kelda: Hagstova Føroya