Menniskjan hevur ótrúlig tillagingarevni, men kríggj er ongantíð nakað, tú ynskir tær. Smádrongurin sær út til at taka tað róligt millum hermenninar. Kríggið er partur av hansara gerandisdegi.

Russiskir hermenn hava fingið fótin

Tjóðarhirðin, sum í Russlandi verður rópt Rosgvardia, er kend sum privati herurin hjá Vladimir Putin.

Menniskjan hevur ótrúlig tillagingarevni, men kríggj er ongantíð nakað, tú ynskir tær. Smádrongurin sær út til at taka tað róligt millum hermenninar. Kríggið er partur av hansara gerandisdegi.

115 hermenn í russisku tjóðarhirðuni hava fingið fótin, tí teir sýta fyri at berjast í Ukraina.

Tað skrivar The Guardian, og norska kringvarpið - NRK - endurgevur tíðindini.

Tjóðarhirðin, sum í Russlandi verður rópt Rosgvardia, er sambært bretsku ávísini kend sum privati herurin hjá forsetanum, Vladimir Putin.

Sambært The Guardian eru hermenninir farnir í rættin við málinum, tí teir vilja hava arbeiðið aftur, sum teir hava mist.

Men, ein lokalur dómstólur hevur víst málinum frá sær, veit bretska ávísin at siga í dag.