Russisk rakett í pólskum loftrúmi

Sunnumorgunin kom ein russisk rakett inn í pólskt loftrúm - ávegis móti Ukraina.

 

Pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, hevur greitt Jens Stoltenberg, frá hendingini.

Sambært pólskum myndugleikum kom ein russisk rakett, sum var á veg móti Ukraina, inn í pólskt loftrúm sunnumorgunin.

 

Sagt verður, at rakettin var í pólskum øki í tilsamans 39 sekund, nærindis einari bygd á markinum millum Pólland og Ukraina.

 

Pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, hevur greitt Nato-aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, neyvt frá hendingini.

 

Uttanríkisráðharrin hevur eisini greitt aðalskrivaranum frá, hvørji stig Pólland hevur tikið eftir hendingina sunnumorgunin.

 

Hetta upplýsir pólska verjumálaráðið í dag, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur hesi tíðindi í kvøld.

 

 

 

Pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, hevur greitt Jens Stoltenberg, frá hendingini.