Russiska loftverjan hevur í nátt oyðilagt 17 ukrainskar dronur í russiskum loftrúmi.
Tað veit russiska verjumálaraðið at siga í dag.
- Níggju av dronunum vórðu oyðilagdar í Brjansk, tríggjar í Kursk, tvær yvir Belgorod og tríggjar yvir Kaluga-regiónini.
Sambært tíðindastovuni NTB skrivar russiska verjumálaráðið hetta á boðtænastuni, Telegram.