Russland steðgaði milliónum av cyberálopum undir HM

Vladimir Putin, forseti, nevnir einki um, hvør kann standa aftan fyri milliónir av hakkaraálopum undir HM.

 

Russland steðgaði upp ímóti 25 milliónum hakkaraálopum og øðrum brotsgerðum ímóti landsins kunningarundirstøðukervi undir HM endaspælinum, sigur Vladimir Putin, forseti, sambært tíðindaskrivi frá Kreml.

 

Putin nevnir einki um, hvør stóð aftan fyri øll hesi álopini.

 

– Undir HM endaspælinum vóru næstan 25 milliónir cyberálop og aðrar kriminellar gerðir ímóti kunningarundirstøðukervinum hjá Russlandi. Álopini høvdu á ein ella annan hátt samband við HM.

 

– Álopini vórðu neutraliserað, stendur í útsøgnini frá Putin, sum kom á einum fundi við trygdartænastuna í gjár.

 

Kreml hevur almannakunngjørt útsøgnina í morgun.

 

/ritzau/AFP