fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 3.1m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 20.04.2017 (08:33)

Rýmdi fangin: Funnin í Kaldbak

Løgreglan hevur leitað í alla nátt og bjargingarlið fóru at hjálpa til snimma í morgun.

 

Og fyri fáum minuttum síðani gav tað úrslit hjá løgregluni. Tí í Kaldbak varð maðurin funnin og nú situr hann í løgreglubili ávegis á politistøðina í Havn.

 

 

 

Les eisini: Rýmdi fangin: Hetta er hann dømdur fyri 

 

 

 

Hóast veðrið var av tí ringasta í nátt, so er maðurin væl fyri, halda tey á løgreglustøðini.

 

 

Maðurin skal nú til avhoyringar á politistøðini í Havn og verður skuldsettur fyri at rýma. Síðani verður hann settur í fongsul aftur.

 

 

Ein spurningur er tó, um maðurin skal av landinum nú ella skal niðan aftur í føroyska varðhaldið.

 

 

Les eisini: Rýmdi maðurin: Soleiðis sær hann út

 

 

Maðurin er einans í Føroyum, í royndini at vita, hvussu tað kann rigga. Hetta tí, at maðurin er dømdur í Danmark fyri vápnað rán og hevur fingið fimm og eitt hálvt fongsulsrevsing fyri tað.

 

 

Men í royndini at vita, um maðurin kundi sitað heima í Føroyum, hevur hann verið her í nakrar mánaðir nú. Nú skal kriminalforsorgin so taka støðu til, um maðurin skal halda fram at sita í Føroyum ella um hann skal til Danmarkar eisini.