Leita á in.fo

Barbara Holm 20.04.2017 (00:52)

Rýmdi fangin: Soleiðis sær hann út

Fangin, sum áleið klokkan 17.00 mikudagin fór til rýmingar úr varðhaldinum í Mjørkadali er framvegis ikki komin aftur í aftur. 

 

Í byrjanini av leitiarbeiðnum hjá løgregluni vildi løgreglan ikki kunna um mannin, tí mett var ikki, at ein eftirlýsing var neyðugt. Hetta tí at spátt varð um, at hann fór at vera funnin aftur rímiliga skjótt. 

 

Men nú eru fleiri tímar farnir, síðani maðurin fór til stroks, og enn er hann ikki komin aftur í aftur. Hetta hóast at fleiri løgreglufólk og hundar hava leitað eftir manninum síðani. Ivaleyst eru illveðrið og mjørkin ein partur av orsøkini til tess. 

 

Løgreglan sigur tí við in.fo í kvøld, at fangin, sum leitað verður eftir, er ein 37 ára gamal maður. Hann er tunnhærdur og hevur »mána«. Hann er áleið 1.90 m., og er boygdur í bygnaðinum. 

 

– Um nakar ber eyga við ein slíkan mann, so er at venda sær til okkara beinan vegin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her