Sætta árið við Føroyabanka toski

Sætta árið á rað avreiðir havrannsóknarskipið Magnus Heinason veiðina av yvirlitstrolingunum á Føroyabanka til matstovurnar »heima í Havn«

Sætta árið á rað avreiðir havrannsóknarskipið Magnus Heinason veiðina av yvirlitstrolingunum á Føroyabanka til matstovurnar »heima í Havn«.

 

Um várið hava »bankadagar« verið á matstovuni Barbaru, og í november verða saltfiskadagar – ella baccalao-dagar - við hesum avbera góða bankatoskinum. Næstu dagarnar verða toskur og høgguslokkur eisini á skránni á Barbaru.

 

Meginparturin av fiskinum verður saltaður á Vaðhorn á Strondum upp á gamla mátan.

 

Tað eru Ólavur Sjúrðarberg úr Leirvík og Jógvan Simonsen norðuri úr Sundum, sum hava hagreitt fiskin.

 

Nú Magnus Heinason er liðugur við yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka frættiast, at 28 hál vórðu tikin. Nøgdin av hýsu er nú komin upp á sama støði, sum fyrr var vanligt. Nógv var til av smáari hýsu og tí kann væntast, at nøgdin í vekt fer at økjast komandi árið, so hvørt sum hýsan veksur.

 

– Tað var eisini nakað av smáum toski at fáa, men samlaða toskanøgdin í vekt var framvegis sera lítil í mun til tað, sum fyrr var vanligt. Hetta var eitt sindur óvæntað við tað, at toskur og hýsa plaga at fylgjast í nøgd ár fyri ár, skrivar Havstovan.