Sætti 0-0 javnleikurin hjá Shkupi í mars og apríl

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi eru nú trý stig frá oddinum í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini

Heilar seks ferðir síðani 3. mars hava Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi leikt seks 0-0 javnleikir.

 

0-0 endaði tað í dag millum heimaliðið, Sileks og útiliðið, Shkupi í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini. Jóan Símun var á vøllinum tað seinasta korterið av dystinum. 

 

Samstundis vann oddaliðið, Struga 1-0 á Makedonija GP á útivølli. Tað merkir, at Shkupi á øðrum plássinum við 55 stigum eru nú trý stig frá fremsta plássinum, har Struga hevur 58 stig.

 

Shkupi skal spæla fýra dystir áðrenn teir møta Struga á útivølli í tí seinasta dystinum 19. mai. Tí er týdningarmikið, at Jóan Símun og liðfelagarnir megna at venda 0-0 javnleikir til 1-0 sigrar.

 

Komandi sunnudag tekur Skhupi móti Tikves á heimavølli.