Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunustjóri í Runavíkar kommunu

Runavíkar býráð tók á býráðsfundi seinasta hósdag – 21.03.24 - avgerð um, at seta Sæunn Lamhauge Nolsøe í starvið sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu

Starvið sum kommunustjóri varð lýst leyst í januar, og tá umsóknarfreistin var farin 25. februar, vóru 9 umsøkjarar til starvið.

 

Sæunn Lamhauge Nolsøe er 52 ára gomul, og hon hevur HD-útbúgving í uttanríkishandli, leiðsluútbúgving og bankaútbúgving. Hon hevur drúgvar leiðsluroyndir, so sum økis- og deildarstjóri innan bankavinnuna í Føroyum og sum samskiftisstjóri í tele- og postvinnuni í Grønlandi.

 

Uppgávan sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum og sum leiðari fyri miðfyrisitingini í Runavíkar kommunu, beint undir borgar­stjóranum.

 

Víddin í Runavíkar kommunu er stór, og í 15 bygdum – úr Æðuvík norður til Funnings – búleikast á leið 4.400 borgarar. Í miðfyri­sitingini hjá Runavíkar kommunu eru 17 starvsfólk, og samanlagt starvast umleið 250 starvsfólk hjá Runavíkar kommunu og á stovnum, sum kommunan varðar av.

 

Sæunn Lamhauge Nolsøe byrjar í starvinum sum kommunustjóri skjótast tilber.

 

##med2##