Leita á in.fo

Hendan myndin er sett saman við telduforriti

Barbara Holm 04.12.2017 (12:27)

Sakførari: - Ein teldupostur kann fríkenna Liljuna

Sigmund Poulsen, sakførari hjá Liljan Weihe sigur, at ein teldupostur skal verða sendur frá Eyðun Mørkøre, stjóra á Taks til Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóra, har tað kemur greitt til sjóndar, at Johnny í Grótinum gjørdi avtaluna við Taksstjóran. 

 

 

- Liljan Weihe sá hendan teldupostin tá, og innihaldið í honum skuldi givið nóg góða grundgeving fyri, at Liljan Weihe, sum ovasti leiðari á tíðindadeildini, kendi seg noydda at kunna stýrið um støðuna, sigur Sigmund Poulsen við Miðlahúsið í dag. 

 

 

Víðari greiðir hann frá, at Kringvarpið er í einari serstøðu í og við, at Johnny í Grótinum er ovasti, administrativi leiðari, meðan Liljan Weihei er ovasti, journalisti leiðari á tíðindadeildini.

 

 

- Tá hon so verður fyrihildin ein teldupost, sum Eyðun Mørkøre sendir til Johnny í Grótinum um júst eina "avtalu", so verður ovboðið, sigur Sigmund Poulsen. Hann sigur, at hendan reaktiónin skal síggjast í kjalarvørrinum av trupulleikum áðrenn tað nógv umrøddu samrøðuna við Eyðun Mørkøre. 

 

 

 

- Áðrenn hetta síggja vit mong dømi um, at Johnny í Grótinum blandar seg beinleiðis í tíðindaflutningin. Hann sendir boð til journalistar um, at hann heldur okkurt skal orðast hendan vegin heldur enn handan vegin og leggur seg í heila tikið nógv útí tíðindaflutningin um Skattamálið, sigur Sigmund Poulsen og heldur fram. 

 

 

- Eftir mínari fatan hevur Johnny í Grótinum blandað seg so nógv upp í tíðindaflutningin í sambandi við Skattamálið, at tað undir ongum umstøðum kann góðtakast. Tað ger tað so bara uppaftur verri, tá ið tað verður greitt, at hann hevur ein stórar gegnistrupulleika í júst Skattamálinum. Og enn verri, tá ið Johnny í Grótinum fær at vita, at hann hevur ein gegnistrupulleika, men heldur fram á sama hátt, sigur Sigmund Poulsen. 

 

 

Gegnistrupulleikin hjá Johnny í Grótinum kom serliga til sjóndar, tá ið bókin hjá Páll Holm Johannesen um Jørn Astrup Hansen kom út. Í henni skrivar Jørn Astrup Hansen sjálvur ein kapitul, har hann vísir á, at ein avgerandi frágreiðing í málinum ongantíð kom út til almenningin, tí Regin Hammer, sum tá var forstjóri í TF Holding, ikki vildi senda frágreiðingina út. Hetta kann vera ein frágreiðing, sum hevur avgerandi týdning í málinum, sum nú liggur hjá bakmanspolitinum. Regin Hammer er tættur vinmaður við Johnny í Grótinum og sostatt er gegnistrupulleikin galdandi. 

 

 

Les eisini: Sakførari: Einki grundarlag fyri uppsøgnini 

 

 

Miðlahúsið hevur í dag og í gjár áhalandi roynt at fingið viðmerking frá Johnny í Grótinum, men hann svarar ikki telefonini. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her