Sakna enn 101 gentu eftir Boko Haram-álop

Einki nýtt er at frætta, síðani fleiri enn 100 gentur vórðu burturfluttar úr einum skúla í Nigeria.

 

Vónin hamast burtur hjá foreldrunum hjá teimum fleiri enn 100 skúlagentunum, sum enn eru saknaðar, fýra dagar eftir at víðgongd fólk frá Boko Haram lupu á býin Dapchi í norðrara partinum av Nigeria.

 

Nýggar vitnisfrásagnir benda á, at Boko Haram leyp á skúlin og við skambyrsum og tvingaðu genturnar burtur.

 

Álopið á Dapchi minnir um álopið í 2014, tá 276 skúlagentur vórðu burturfluttur í býnum Chibok.

 

Kunningarráðharrin í Nigeria, Lai Muhammed, vitjaði í Dapchi í gjár.

 

Tá segði hann við fjølmiðlar, at myndugleikarnar framvegis hava brúk fyri meiri tíð at uppklára, hvat er hent við gentunum.

 

Foreldrini hava longu sjálv gjørt ein lista við nøvnunum á 101 gentu, sum eingin veit nakað um síðani álopið á skúlan.

 

/ritzau/AP