fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Hoyr Thorvald Danielsen, viðmerkjara taka samanum dystin í meistaradeildini hjá kvinnum, Mjølnir-KÍF 0-3 (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Heri Simonsen 13.02.2018 (21:15)

Samanumtøka: Mjølnir-KÍF 0-3 (Rás2)

KÍF liggur nú á øðrum FM-finaluplássinum í meistaradeildini í flogbólti hjá kvinnum.


Tað gjørdist greitt í kvøld, tá kollafjarðakvinnur vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Mjølnir í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.

 

Í fyrsta settinum leikaði rættiliga javnt á, og endan var, at KÍF vann 25-22. Í øðrum og triðja setti var eingin ivi. Fyrst vann KÍF annað sett 25-14, og síðani triðja sett 25-16.

 

Fleyr er oddalið við 24 stigum. KÍF og Mjølnir hava 14 stig hvør, men KÍF hevur betri settmun, og hevur enntá spælt ein dyst færri.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá Rás2, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Thorvald Danielsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.


2) Hoyr Thorvald Danielsen taka samanum dystin.

 

Thorvald Danielsen staðfestir, at avrikið hjá heimaliðnum var langt undir miðal, men samstundis slær hann fast, at avrikið hjá KÍF var gott, ikki minst servutrýstið hjá KÍF gav heimaliðnum stórar trupuleikar. 

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Óluvu Mohr hjá KÍF hoyrist HER

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Elisabeth Purkhús hjá Mjølnir hoyrist HER

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her