fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Magnus Tausen (t.v.), formaður í flogbóltssambandinum vitjaði sendingina "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin

Heri Simonsen 12.02.2018 (18:45)

Samanumtøka: Steypahálvfinalurnar í flogbólti

Fyrrapartin vitjaði Magnus Tausen, formaður í flogbóltssambandinum fyrrapartssendingina "Sjóðteim" á Rás2.

 

Saman við vertinum, Hilmari Jan Hansen tók Magnus Tausen samanum tað, sum hann heldur var ein væleydnaður flogbóltsdagur í KÍ-høllini, har Fleyr-kvinnur, Dráttur-kvinnur, ÍF-menn og SÍb-menn vunnu seg í steypafinalurnar, sum verða spældar í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 24. februar.

 

Umframt at taka samanum hálvfinalurnar prátaðu Hilmar Jan Hansen og Magnus Tausen eisini um stóra steypafinaludagin, sum verður leygardagin 24. februar.

 

Á ljóðfíluni hoyrast eisini brot við prátum við umboðum fyri tey fýra liðini, sum hava vunnið seg í steypafinaluna í flogbólti.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Magnus Tausen í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her