fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

Hoyr eitt prát við samarittin hjá Reyða Krossi, Eyðbjørg Højgaard, sum saman við hinum samarittunum hevur basa í Víkinga-húsinum

Heri Simonsen 16.07.2017 (00:05)

Samarittarnir á G halda til í Víkinga-húsinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá Rás2, Jóna Nicolajsen gjørdi við samarittin hjá Reyða Krossi, Eyðbjørg Højgaard, sum saman við hinum samarittunum hevur basa í Víkinga-húsinum í Norðragøtu í samband við G-festivalin.

 

Eyðbjørg Højgaard greiðir frá, at tað hevur verið hampuliga friðarligt hjá teimum á G hesaferð. Tað hevur verið okkurt at gera, men ikki so rokaligt.

 

Samrøðan snýr seg eisini um hvørjar skaðar talan serliga kann verða um, sum samarittar mugu taka sær av, og nær støða verður tikin til at fáa festivalsgestir yvir til sjúkrarøktarfrøðingarnar, sum halda til í Syðrugøtu, og nær ein eigur at ringja eftir sjúkrabilinum.