Samgonga í trupulleikum

Ikki er undirritaði nakar politiskur persónur við stórvegis innliti í manna-gongdir og framferðir á politiska virkispallinum. Men sum borgari í samfelagnum má ein og hvør hava rætt, ja skyldu, til eftir besta førimuni at eygleiða og gera sær sínar tankar um, hvussu landsins týðandi mál verða viðfarin á ovastu rók.

 

Sum socialt hugsandi flokksleysur fullveldismaður gleddist eisini eg, tá verandi landsstýrissamgonga tók við fyri brátt tveimum árum síðani, og hugaligt hevur verið at fylgja við, hvussu íðið og nærlagt er farið til verka til tess at vinna samhaldsfesti og javnrættindum hægstu prioritering í okkara samfelag, at menna okkara mentanarlív og at geva okkara vinnulívi bestu umstøður bæði til varðveitslu og til endurnýggjan.

 

Men rókur kom í tilgongdina, tá tann eini javnaðarmaðurin, sum vera skuldi, Kristin Michelsen, leyp frá undirskrivaðum samtyktum. Kenni ikki mannin og havi tí ikki orsøk til at bera honum nakað hvørki hendan ella handan vegin. Men eg minnist, tá hann upp undir næstseinasta løgtingsval trein fram og kunngjørdi, at hansara landspolitisku hugsjónir einans miðaðu móti vælferð og framgongd á Tvøroyri. Eftir mínari kanska naivu áskoðan átti slík forhondsfráboðan at verið nóg mikið til, at maðurin bleiv strokin av vallistanum til landsins ting.

 

Næsti tingmaður har suðuri til at sleppa flokspolitiskum hugsjónum og – sum tað má tykjast - eins og Kristin heldur tryggja sær lokala undirtøku til eitt komandi val var Bjarni Hammer - um tað so var rætti vegurin. Men at samgongan kemur í trupulleika av slíkum atburði, og at tað er úr sjálvari háborg javnarðarmanna Tvøroyri, at lemjandi split er við at taka seg upp innaflokks, mátti fingið hesar menn til at hugsa seg um.

 

Sum næsta stig í hesum ósolidariska skrædli loysnaði eisini fyri norðan. At Jónleif Johannesen, sum á so mangan hátt hevur givið seg so jaliga til kennar í mentanarligum og samfelagsligum málum, skuldi fara á bás við áðurnevndu sunnanmonnum, mundi undra eisini onnur enn meg. Um talan er um trýst, nú hann er vorðin klaksvíkingur, skal eg ikki reka frammundir um; men mær dettur í huga at samanbera við annan landspolitikara við eisini Klaksvík sum veljaraaðaløki: Óluvu Klettskarð. Hugaligt var tað fyri mánaðum síðan í einum blað at lesa samrøðu við hana, har hon greitt gav til kennar, at hon sum politikari helt fast við sína samfelagsligu sannføring og støðutakan, sjálvt um tað í einum tíðarráki kundi koma til at kosta henni veljaraundirtøku.

 

Skal ikki leggja meg so beinleiðis upp í eina aðalmálið, sum ósemja stendst av; men í práti við íslendingar herfyri, har vit eisini komu inn á aktuella fiskivinnumálið, var teirra útsøgn, at fiskivinnan í Íslandi ikki longur hevði sama berandi týdning fyri teirra samfelag sum fyrr, nú ræðisrætturin til fiskfatilfeingið í mesta mun var komið á hendur einstakra manna, sum ríkaðu seg upp og settu peningin í virkir og bankar uttanlands.

 

Mong høggini hevur verandi samgonga megað tola av ágangi frá andstøðuni. Men eftir mínari sannføring hava vit í mong neyvan havt so hugbjarta manning í landsins leiðslu sum hesaferð. Umráðandi er tað, at okkara landsstýri uttan bakbit av sínum egnu fær lógarheimild og stundir til at fremja í verki  tær hugsjónir og tann politikk, sum tað frá byrjan hevur sett sær fyri at náa.