fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.09.2018 (15:05)

Samgongan á Sandi slitnað

Eftir kommunuvalið í 2016 valdu teir sjey bygdaráðslimirnir á Sandi at vera í felags valbólki og skipað eina samgongu saman. Tveir listar vórðu valdir í býráðið, listi A fekk fýra mans og listi C tríggjar. Brandur Sandoy helt fram sum bygdaráðsformaður.

 

Í dag bar R7 tíðindini, at samgongan var skrædnað, og Brandur Sandoy váttar hesi tíðindini fyri Miðlahúsinum.

- Samstarvið hevur ikki koyrt væl seinastu tíðina, ósemjurnar hava verið ov stórar. Tí hava vit valt at slíta samgonguna og hava valt nevndirnar av nýggjum, sigur hann.

 

Minni listin, listi C, hevði tveir nevndarformenn, men eftir nýggja býtinum hevur listi A allar nevndarformenninar.

- Tað hevur verið ov lítið veiggj í bygdaráðsarbeiðinum í seinastuni, og fleiri mál hava ligið á láni. Nú vænta vit, at vit fáa sett ferð á aftur, sigur Brandur Sandoy.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her