Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.12.2017 (16:03)

Samgongan brýtur javnstøðulógina

Kvinnur og menn eiga sama rætt til at fáa pening úr barsilsskipanini. Men tað hava tey ikki, og tí er barsilsskipanin brot á javnstøðulógina. 

Tað gera tey í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, BLF, vart við, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at leingja barsilsfarloyvið í tvær vikur.

 

BLF staðfestir, at kvinnur og menn hava ymisk rættindi til at fáa útgjald úr barsilsskipanini og sostatt ger lógin mun á kynunum.

 

– Hetta er aðru ferð at sitandi samgonga broytir barsilslógina, men tað er ikki líkt til, at landsstýrið vil brúka barsilsskipanina til at bøta um javnstøðuna ímillum kynini í Føroyum, hóast júst barsilsskipanin kanska er besta amboðið at fremja javnstøðu, sigur BLF.

 

– Tað er heldur ikki líkt til at samgongan er sinnað at gera neyðugu broytingar í sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri at tryggja báðum kynum sama rætt til løn undir barsilstíðini, leggja tey afturat.

 

Annars hava øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, heilar tvær ferðir, heitt á landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum í felag um at broyta hesi viðurskifti. Men enn er onki sum bendir á, at landsstýrið hevur í hyggju at taka hesa áheitanina frá eini samdari fakfelagsrørslu til eftirtektar, sigur BLF.

 

Tey siga, at meinar samgongan tað í álvara, hava tey havt tvey gylt høvi at vísa tað í verki. Í fyrra lagi kundi samgongan tryggja pápum og mammum somu rættindi til stuðul úr barsilsgrunninum. Í øðrum lagi kann landsstýrið nú, meðan sáttmálasamráðingarnar eru, tryggja, at eisini pápar hava rætt til løn í barsilstíðini fyrstu 14 vikurnar.

 

Í BLF eru tey sannførd um, at vil Løgtingið ikki tryggja javnrættindi í barsilslógini, verður tað seinur dagur at javnstøða á arbeiðsmarknaðinum, í leiðslu, og í samfelagnum sum heild, verður veruleiki.

 

Felagið sigur, at sum støðan er nú, bæði viðvíkjandi barsilsskipanini og sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, verða kvinnur beinleiðis eggjaðar til at vera heima hjá børnunum, meðan maðurin er á arbeiðsmarknaðinum og vinnur sær fleiri royndir, pening og betri starvsmøguleikar í framtíðini.

 

Felagið vísir á royndirnar í Íslandi, sum hava víst, at barsilsskipanin er besta amboðið at fremja javnstøðu í verki. Orsøkin er heilt einfalt, at barsilsskipanin hevur ikki bara ávirkan á rættindi og skyldur á arbeiðsmarknaðinum. Hon er eisini við til at broyta siðbundnu kynsleiklutirnar og hugburðin millum manna. Og tað er tað ið krevst, vilja vit javnstøðu, sigur felagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her