Samgongan hevndi seg

Tað var rumbul í tinginum í gjár, tá andstøðuflokkarnir løgdu uppskot um misálit á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu fram.

 

Tað gjørdist tíðliga greitt, at uppskotið fór at fáa somu lagnu sum øll misálitisuppskot hava fingið higartil, nevniliga, at tað fall. Og tað gjørdi tað eisini til atkvøðugreiðsluna.

 

Líkt er kortini til, at misálitisuppskotið fekk ávirkan á eitt annað uppskot í tinginum í gjár.

 

Seinni út á kvøldið var 3. viðgerð av uppskotinum hjá Kára P. Højgaard, løgtingslimi fyri Sjálvstýri, um at avtaka aldursmarkið fyri koyrikort.

 

Við aðru viðgerð bleiv málið samtykt við 18 atkvøðum fyri og 11 ímóti, har tríggir samgongulimir atkvøddu fyri uppskotinum.

 

Men longu undir viðgerðini av misálitisuppskotinum frættist, at samgongulimir ikki vóru blíðir um, at Kári P. Højgaard hevði skrivað undir misálitisuppskotið. Nevnt var, at hetta kundi koma honum aftur um brekku, tá atkvøðast skuldi um uppskotið um koyrikortini.

 

Sjálvur vil Kári P. Højgaard ikki siga, at samgongan hevndi seg, men hann undrast kortini stórliga á, at teir tríggir samgongulimirnir valdu at skifta síðu millum aðru og triðju viðgerð.

- Kristin Michelsen, formaður í rættarnevndini, atkvøddi fyri uppskotinum við aðru viðgerð, men til tríðju viðgerð mælti hann tinginum til ikki at samtykkja uppskotið, sigur Kári P. Højgaard.

 

Orsøkin, til at formaðurin mælti so til, er at málið ikki er viðgjørt í rættarnevndini. Tað kom til aðru og triðju viðgerð í tinginum, tí at Kári P. Højgaard bað løgtingsmannin um at taka tað úr nevnd og fáa tað til viðgerð aftur.

 

Kristin Michelsen segði, at nevndin var ikki liðug at viðgera málið, tí hon manglaði at innkalla kommunulæknarnar. Kortini valdi hann sjálvur at atkvøða fyri uppskotinum við aðru viðgerð.

 

Kári P. Højgaard harmast um, at málið soleiðis fall.

- Vit eru einasta landið í hesum horninum av heiminum, sum hava so strang krøv til koyrikort hjá teimum eldri. Eg fari tí at leggja uppskotið fram aftur á ólavsøku, tó við onkrum broytingum, sigur Kári P. Højgaard.

 

- Tað kom fram í tinginum, at fleiri kundi hugsað sær, at koyrikortini blivu endurnýggjað fyri eitt ávíst áramál, kanska fimm ár, heldur enn at ásetingin um endurnýggjan bleiv strikað. Tað havi eg tikið til eftirtektar. Eisini bleiv nevnt, at kostnaðurin fyri at endurnýggja koyrikortið kundi verið lagdur inn í Heilsutrygd, so at tað bleiv ókeypis hjá borgarunum, og tað ætli eg eisini at fáa við í nýggja uppskotið, sigur Kári P. Højgaard.