Samgongan og Sambandsflokkurin kunnu skriva søgu

Fólk flest halda, at tað er vorðið alt meira ein floskul hetta við breiðum semjum á tingi. Dag og dagliga hoyra tey okkum tingfólk tosa um breiðar semjur, men tá tað til stykkis kemur, so verða øll týðandi mál samtykt av smølum meirilutum. Vit tingfólk kunnu tí seta okkum spurningin, um vit veruliga hava viljan til breiðar semjur, ella at hetta bert eru innantóm orð, sum ljóða so skilagóð, at vit endurtaka tey, uttan at meina nakað við tað.

Í okkara grannalondum hava tey nógvar royndir við at gera breiðar semjur um týðandi mál. Men mangt bendir á, at vit tíverri ikki eru komin hartil enn í Føroyum. Eitt, sum eyðkennir slíkar semjur, er, at tær eru eisini galdandi eftir eitt val, og tað eru bert partarnir í semjuni, sum kunnu broyta ella ógylduga hana.

Hetta merkir so eisini, at um onkur av pørtunum vil endurskoða partar av semjuni, ja so er tað altíð møguleiki til tess.

Onkursvegna hava vit føroyingar hin vegin altíð havt lyndi til at býta okkum upp í tveir eins stórar partar, tá tað snýr seg um týðandi mál. Vit sóu tað í málspurninginum, í flaggstríðnum, í sjálvstýrisspurninginum, í broytingini av hjúnarbandslógini og nú í spurninginum um eina fiskivinnunýskipan.

Tí er tað ein søguligur møguleiki fyri samgonguna og Sambandsflokkin, um tað hevði eydnast at gjørt eina semju um ein nýggjan fiskivinnupolitikk. Hesin møguleiki tykist uppaftur nærri, nú næstformaðurin í flokkinum Magni Laksafoss boðar frá, at hann fer at leggja nógv fyri at fáa í lag semju við samgonguna. Hann sigur bart út, at "tað var ógvuliga tætt upp á eina semju, og semjan lá í stóran mun har, sum Sambandsflokkurin ynskti hana."

Hvør er dagsskráin?

Tó vita vit onnur, at hóast góða viljan hjá Laksafoss og kanska øðrum í Sambandsflokkinum, so sær tað út til, at formaðurin í flokkinum hevur eitt annað taktiskt spæl gangandi. Tí hóast samgongan eitt nú í uppboðssølupartinum hevur flutt seg frá 100% til 25 %, og útspælið hjá Sambandsflokkinum í samráðingunum var 15%, so er hann ikki nøgdur. Tá hevur ein loyvi at spyrja, um hetta er ábyrgdafullur politikkur ella eitt spæl fyri gallarínum.

Munnu ikki mong við mær hugsa, at her er ein onnur dagsskrá, tá flokkurin vrakar eina semju, sum liggur so nær tí, sum Sambandsflokkurin sjálvur meinar.

Sambandsflokkurin hevur annars nú í mong ár roynt at fingið semju við hinar andstøðuflokkarnar um eina fiskivinnunýskipan, uttan at tað hevur borið á mál. Nú er so møguleikan at vísa ábyrgd, hóast freistingin at spæla vanliga politiska andstøðu/samgongu spælið er stór.

Sum forkvinna fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum kenni eg tað sum mína skyldu eisini at koma við enn einari áheitan á Sambandsflokkin og hinar flokkarnar í andstøðuni um at vísa ábyrgd og koma til samráðingarborðið. Hesa áheitan kom landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eisini við so seint sum í fyrradagin, umframt at formaðurin í Vinnunevndini eisini hevði sama boðskap.

Semjan hevur ongantíð verið nærri

Partarnir, serliga samgongan og Sambandsflokkurin, hava ongantið verið nærri einari semju enn júst nú. Ber tað ikki nú til at gera breiðu semjuna til veruleika, so verður tað seinur dagur, at hetta fer at eydnast.

So míni boð til Magna Laksafoss og Sambandsflokkin og onnur úr andstøðuni eru, at vit gera arbeiðið liðugt og finna semjuna, Vit eru jú samd um tað mesta m.a., at nýggja lóggávan eigur at vera: lívfrøðilig, búskaparlig og samfelagslig burðardygg. Vit eru eisini samd um:

- at tann, sum fær rætt at gagnnýta okkara felags tilfeingi, skal rinda tilfeingisgjald, og at tilfeingisgjaldið skal vera marknaðargrundað.

- at fólk og fyritøkur úr øllum Føroyum, sum hava dirvi, skulu kunna sleppa framat í vinnuni.

- at fiskurin í sjónum ikki kann gerast privat ogn hjá einstaklingi ella fyritøku.

Hetta er størsta og týdningarmesta mál í føroyskum politikki í nógv Harrans ár. Tað nyttar einki at útseta avgerðirnar - tað hevur verið gjørt nú í tíggju ár - og tað skapar hvørki tryggar karmar ella møguleikar at leggja fiskiskap til rættis frameftir. Tað skapar bara enn meira óvissu. Øll eygu eru nú vend móti okkum lóggevarum, um vit eru uppgávuna vaksin.

Tíðin er búgvin til at taka stigið.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í tingbólki Javnaðarfloksini.