Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.12.2017 (11:37)

Samgongan svølgdi uppskotinum hjá Kristini

Kristin Michelsen var um reppið at leggja eitt broytingaruppskot fyri tingið, men nú sigur hann sjálvur, at samgongan hevur svølgt sínum broytingaruppskotið og tikið tað inn í broytingaruppskotið frá samgonguni.

 

Broytingaruppskotið hjá Kristini Michelsen fellur tí burtur, meðan hann atkvøður fyri broytingaruppskotinum hjá samgonuni.

 

Nú er eisini greitt, at Framsókn ikki leggur nakað uppskot fram sjálvi. Tær báðar tingkvinnurnar hava báðar ynskt broytingar, men tað sær út til, at tær hava fingið nokk í broytingaruppskotinum til at kunna taka undir við tí.

 

Tað sær tí út til, at tað fer at eydnast samgonguni at fáa neyðugu 17 atkvøðurnar til at samtykkja lógina um fyristing av sjófeingi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her