fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.11.2017 (23:01)

Samgonguleiðararnir fundast í dag um støðuna

Tað er greitt, at samgongan ikki hevur meiriluta fyri fiskivinnunýskipanini, sum tað fyriliggur í dag. Orsøkin er, at Javnaðarflokkurin ikki megnar at levera allar 7 atkvøðurnar í flokkinum, tí Kristin Michelsen og Bjarni Hammer sum skilst eru farnir frá undirskrivaðu avtaluni hjá samgonguni. 

 

 

 

Hetta hevur elvt til, at samgongan seinastu vikuna hevur tosað við aðrar flokkar um, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa tær tvær vantandi atkvøðurnar aðrastaðni frá. Í hesum sambandi hevur Miðflokkurin sett samgonguni 18 krøv fyri, hvat flokkurin vil hava afturfyri at stuðla samgonguni í hesum máli. 

 

 

Les eisini: Aksel megnar ikki at levera avtalaðu atkvøðurnar til fiskivinnunýskipanina

 

 

Kringvarpið veit at siga, at Miðflokkurin hevur høg krøv, um flokkurin skal standa aftanfyri meirilutan í samgonguni í hesum máli. Millum annað krevur Miðflokkurin at sleppa í samgonguna, gera nýtt samgonguskjal, fáa ein landsstýrissess og formannin í fíggjarnevndini. 

 

 

 

Víðari stendur í skrivinum frá Miðflokkinum til samgognuna, at flokkurin vil, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari. Í stjórnarskipanini skal standa, at Føroyar byggja á kristnan grundvøll, og at øll hava rætt til lív frá gitnað til nátúrligt andlát, heldur Miðflokkurin. Skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana. Jenis av Rana sigur við Kringvarpið, at tað eru serliga broytingar á hesum trimum økjum, sum eru ófrávíkilig krøv frá Miðflokkinum. 

 

 

Samgonguleiðararnir hava í dag verið á fundi um støðuna. Poul Michelsen váttar, at samgongan hevur ikki meiriluta fyri fiskivinnuni nú, og tí hevur fundur í dag verið um, hvat skal til, fyri at fáa neyðugu atkvøðurnar til vega. 

 

 

In.fo fylgir málinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her