Leita á in.fo

(Mynd: Soli Deo Gloria)

Eyðun Klakstein 17.05.2018 (13:00)

Samkoma keypir handilsbygning

Samkoman Soli Deo Gloria hevur keypt handilsbygning mitt í Klaksvík og æltar at flyta inn í summar. Talan er um bygningin við Klaksvíksvegin, har Kiosk 700 og handilin Total halda til.

Tað skrivar Soli Deo Gloria á Facebook síðuni.

– Kioskin fer at halda fram í miðhæddini, vit koma at hava okkara virksemi á loftshæddini. Vit vóna at kunna byrja í juli/august mánaða, sigur John Kári Jacobsen, ein av leiðarunum í samkomuni, við Norðlýsið.

Soli Deo Gloria hevur í nógv ár havt síni egnu hús á Stangavegnum, og tey eigur samkoman framvegis, men  nú fara tey at flyta inn á eina enn meiri sentrala adressu í Klaksvík. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her