Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 23.04.2016 (07:34)

Samkynd giftast: Veljarar hjá seks flokkum siga ja

Í seks av teimum sjey flokkunum á tingi er meiriluti fyri at loyva fólki av sama kyni at giftast borgarliga.

 

Tað vísir kanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.

 

Høvuðsniðurstøðan í kanningini er, at 64 prosent av Føroya fólki eru fyri at loyva fólki av sama kyni at giftast borgarliga, meðan 30 prosent eru ímóti.

 

Kanningin byggir á svar frá 532 fólkum kring landið, sum eru yvir 18 ár, ið eru spurd.

 

Tá kanningin greinar, hvat fólk sum velja hendan ella handan flokkin halda, so verður óvissan sum vera man hægri, og tí skulu svarini upp á, hvussu býtið er inni í ymsu flokkunum takast við størri fyrivarni enn høvuðstølini í kanningini.

 

Men sambært kanningini, so eru tað serliga veljarar hjá Framsókn, sum vilja loyva fólki av sama kyni at giftast borgarliga. Tí tað siga 89 prosent av teimum, sum siga seg velja Framsókn.

 

Næststørsta undirtøkan er millum veljarar hjá Tjóðveldi. Har eru 83 prosent fyri.

 

Í Javnaðarflokkinum eru 75 prosent fyri.

 

Millum veljarar hjá Nýggjum Sjálvstýri eru 62 prosent fyri.

 

Hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum eru 50 prosent fyri.

 

Miðflokkurin er einasti flokkur í kanningini, sum hevur fleiri veljarar, sum eru ímóti at fólk av sama kyni skulu kunna sleppa at giftast borgarliga.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her