fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at staðfesta, at samkynd hjún skulu ikki kunna fáa hjúnabandið vælsignað í kirkjuni

Áki Bertholdsen 11.01.2017 (10:30)

Samkynd hjúnalag skal aftur nú fyri Løgtingið

Í næstum fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka rættin hjá hjúnum, sum eru borgarliga vígd, at fáa teirra hjúnalag vælsignað í kirkjuni.

 

Uppskotið er skrivað og er nú sent avvarðandi pørtum til viðmerkingar og endamálið við tí er at tryggja, at samkynd pør, sum eru borgarliga vígd, ikki skulu kunna krevja at sleppa í kirkjuna at fáa hjúnabandið vælsignað.

 

Tá ið Løgtingið samtykti at samkynd pør skuldu kunna giftast í Føroyum, var tað ein treyt, at tey skuldu ikki kunna fáa hjúnabandið vælsignað í kirkjuni.

 

Tí skuldi nógv umrødda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini strikast, har tað stendur, at hjún, sum eru borgarliga vígd, kunnu fáa hjúnabandið vælsignað í kirkjuni.

 

Og tað er hetta, Rigmor Dam nú fer at biðja Løgtingið samtykkja

 

Men tað merkir ikki, at kirkjan ikki kann vælsignað hjún, sum eru borgarliga vígd. Men nú verður tað gjørt greitt, at nú verður tað ein innanhýsis spurningur at gera av, hvat skal fara fram innan kirkjugátt á hesum øki.

 

Samstundis krevst, at eitt ritual er til endamálið, tí bara tá kann ein prestur vælsignað eini borgarliga vígd hjún, staðfestir Rigmor Dam í viðmerkingunum til uppskotið.

 

Tað er nú sent Heilsu- og Innlendismálaráðnum, biskupi, prestafelagnum og felagnum fyri kirkjuráðslimir, til viðmerkingar, áðrenn tað verður lagt fyri Løgtingið.


Uppskot sum skulu viðgerast í Løgtinginum í hesi tingsetuni, sum endar á ólavsøku, skulu leggjast fram í seinasta lagi 28. februar.