fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 19.05.2017 (10:15)

Samkynd sleppa kanska at giftast í summar

Verður arbeitt skjótt, verður tað longu í summar, at tey fyrstu samkyndu pørini kunnu giftast í Føroyum.

 

Í dag fer Løgtingið at viðgera lógina um at broyta stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini og verður tað samtykt í dag, skal tað samtykkjast einaferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt. Men vit hava skilt, at ætlanin er at avgreiða málið endaliga, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí.

 

Eftir hjúnabandslógini kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, fáa hjúnalagið signað í eini kirkju. Tað er hetta, sum stendur í nógv umrødda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini.

 

Men nú tað er samtykt, at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, er tað ein treyt, at tað er eitt mál, kirkjan ikki skal blandast upp í. Sostatt kann lógin um at samkynd kunnu giftast, ikki setast í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at samkynd hjún ikki kunnu fáa hjúnabandið signað í kirkjuni.

 

Tí er uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at broyta stykki tvey í grein 14 soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan hevur eitt løggilt ritual til tað.

 

Í hesum sambandi er víst á, at kirkjan hevur onki ritual til at signa eini samkynd hjún. Og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrrenn kirkjan sjálv tekur avgerð um tað, og eitt ritual verður gjørt til endamálið.

 

Og verður tað samtykt nú, er tað endaliga samtykt, at samkynd sleppa at giftast í Føroyum.

 

Men kortini eru nøkur formlig viðurskifti eftir at avgreiða, áðrenn tað fyrsta, samkynd parið sleppur at verða vígd.

 

Men hóast at talan bara er um avgreiðslumál, kunnu tey kortini taka eitt sindur av tíð.

 

Verður broytingin um at broyta stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini um at signa eitt hjúnalag, samtykt nú, skal tað fyrst lýsast í Kunngerðarblaðnum. Tað skal vera hent áðrenn ein mánaði er farin.

 

Men hjúnabandslógin er donsk, so tá ið broytingin er lýst í Kunngerðarblaðnum í Føroyum, verður málið sent danska sosialmálaráðið, sum síðani skal lýsa tað í tí danska Lovtidende, sigur Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevari í familjumálum í Landstýrinum.

 

Hon sigur, at í danska sosialmálaráðnum hava tey áður mett, at tað kann taka einar tríggjar, fýra vikur.

 

Í Føroyum verður ofta lýst við, at ein lóg kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst. Men danskir myndugleikar vilja heldur, at ein ávísur dagur verður ásettur fyri, nær lógin kemur í gildi. Tað kann vera onkur dagur í summar, ella tíðliga í heyst.

 

Og Birita Ludvíksdóttir sigur, at tá ið tað er lýst í Lovtidende, skal tann nýggja lógin aftur lýsast í Kunngerðarblaðnum enn einaferð, og so er lógin um, at samkynd kunnu giftast í Føroyum endaliga sett í gildi.

 

Spurningurin er, hvussu skjótt málið kann avgreiðast, men verður skjótt atborið, ber til at avgreiða tað fyri summarfrítíðina, men tað er ikki vist.

 

Men í øllum førum er tað so, at verður málið um at broyta stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini, samtykt nú, er tað bara eitt umsitingarligt arbeiði eftir, sum skal gerast, áðrenn samkynd sleppa at giftast í Føroyum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her