Samt býráð samtykti innkoyringarvegin

Á býráðsfundi í Havn 27. oktober samtyktu allir 13 býráðslimirnir í Havn samlaðu yvirskipaðu loysnina fyri vegaføring í sambandi við innkoyringarvegin til Havnar, ábyrgdar- og kostnaðarbýti fyri samlaðu vegagerðina í sambandi við innkomuvegin til Tórshavnar.

 

Tað er avtalan, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, skrivaðu undir 7. oktober.

 

Sambært gerðarbókini hjá Tórshavnar býráð, so gjørdi borgarstjórin, saman við fyrisitingini, á fundi hin 7. oktober í fjør gjørt avtalu við Samferðslumálaráðið, treytað av góðkenning frá Tórshavnar býráð, um samlaða yvirskipaða loysn fyri vegaføring, ábyrgdar- og kostnaðarbýti fyri samlaðu vegagerðina í sambandi við innkomuvegin til Tórshavnar:

 

»Avtalan merkir í høvuðsheitum, at allur vegurin, frá íbinding í Kaldbaksfjarðarvegin norðan fyri Skarðshjalla til Villingadalsvegin, verður landsvegur við ferðmarkinum 80 km/t. Landið skal gjalda allan hendan vegin, og frákoyringar frá honum við Klingruna og Sundsvegin, hesar frákoyringar vera gjørdar sum útflættingar. Landið skal somuleiðis tryggja vegaatgongd til ovara part av Villingadalsvegnum.

 

Ein vegur verður frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin við Hvítanes til íbinding í rundkoyring á nýggja landsvegnum oman fyri ídnaðarøkið á Sandvíkarhjalla. Hesin vegur og íbindingar verður eisini landsvegur.

 

Frá Villingadalsvegnum til økið undir Kerjum (við Hotel Føroyar) er, tá ferðslutrýstið ger tað neyðugt, avtalað at gera ein tunnil sum er á leið 1,5 km til longdar. Hesin tunnil skal fíggjast av landinum og Tórshavnar kommunu í felag, helvt um helvt. Talan verður um landsveg, og raksturin verður hjá landinum. Ein sera leys meting av kostnaðinum fyri ein tílíkan tunnil er 100 til 130 mió. kr., har Tórshavnar kommuna tá fer at bera helmingin av kostnaðinum.

 

Kommununnar partur av vegagerðini í sambandi við fyriliggjandi avtalu um innkomuvegin til Tórshavn er, sera leysliga mett:

 

Vegur frá Klingruni til Sundsvegin, góðir 800 metrar á 20.000 kr. pr. metur, kostar 16 mió. kr.

Leinging av Flatarvegnum, frá brúnni niðan til nýggja vegin góðir 120 metrar á 20.000 kr/m, kostar 2,4 mió., og liðugtgerð av 220 metrum á 10.000 kr./m niðan fyri brúnna kostar 2,2 mió. kr.

 

Leinging og umlegging av Sundsvegnum undir brúnna um Hoydalsá, tilsamans góðir 320 metrar á 20.000 kr. metur, kostar 6,4 mió. kr. Hetta verður neyðugt at fremja óansæð hvør loysn verður framd.

 

Samlaði tørvurin á fígging er soleiðis góðar 27 mió. kr. Av hesum skulu tær 16 mió. til Sundsvegin gerast óansæð, hvør loysnin verður vald. Verða tær 11 mió. kr. settar upp ímóti kostnaðinum av íbindingunum (3 stk.) og øktu møguleikunum fyri býarmenning norðan fyri landsvegin, talar hetta fyri at avtalan er til fyrimunar fyri kommununa«, stendur í gerðarbók býráðsins.

 

Sambært gerðarbókini, so mælir tekniski stjóri til at taka undir við avtaluni og samstundis gera neyðugufyrireikingarnar til at útbyggja kommunala vegakervið í økinum.

 

Á fundi 11. oktober í fjør samtykkir tekniska nevnd eisini at taka undir við tilmælinum. Og á fundi 25. oktober samtykkir ein meirilut í fíggjarnevndini, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein og Jógvan Arge, at taka undir við. Ein minniluti, Sjúrður Olsen, tekur støðu á seinni fundi.

 

Og á býráðsfundi 27. oktober taka allir 13 býráðslimirnir, sum tá eru Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Brekkstein, Djurhuus, ́gvan Arge, Jákup Dam, Elin Lindenskov, Helena Dam á Neystabø, Bogi Andreasen, Marin Katrina Frýdal og Sjúrður Olsen, undir við avtaluni um innkoyringarvegin.

 

Tað er hesa samtykt, sum Annika Olsen, borgarstjóri í tíðindaskrivi í gjár boðaði frá, at hon ætlar at broyta.