Sandavágs kirkja 100 ár í dag

Í dag eru liðin 100 ár síðani kirkjan í Sandavági varð vígd – triðja sunnudag eftir páskir í 1917.

 

Í frásøgn í Sosialinum mikudagin skrivar Janus Mohr, fyrrverandi útvarpsmaður, millum annað soleiðis:

 

Í morgin hátíðarheldur kirkjufólkið í Sandavági, at liðin eru 100 ár, síðani núverandi kirkjan varð vígd í 1917. Vígsludagurin var 29. apríl, sum tað árið var triði sunnudagur eftir páskir.

 

Sandavágur er gomul kirkjubygd. Eingin veit tó at siga, hvussu nógvar kirkjur hava verið í bygdini, men roknskaparbókin fyri Vágar, sum byrjar í 1691, umtalar kirkju í Sandavági.

 

Annars varð kirkja bygd í 1716, 1741, 1805, 1863, og kirkjan, sum nú er, varð, sum nevnt frammanfyri, bygd í 1917, so at úr skrivligum keldu vita vit um seks kirkjur hesi seinastu 300 árini.

 

Soleiðis verður greitt frá í bókini hjá Heina F. Petersen og Jóannesi Heinesen »Av fjalli at fjørustrond(II)

 

»Í Færøsk Kirketidende« Redigeret af Pastor A. Joensen 27. Aarg., 15. Maj 1917, nr. 10 er nágreinlig umrøða av kirkjuvígsluni í Sandavági tann 29. apríl í 1917, sum bæði er áhugaverd og stuttlig at lesa, og í blaðnum standa eisini brot úr vígslutaluni hjá A. C. Evensen, sum var settur próstur, og prædikan hjá Chr. Pedersen, sum var settur prestur í Vága prestag jaldi, tá kirkjan varð vígd.

 

Pastor A. Joensen, sum var blaðstjóri á »Færøsk Kirketidende« í 1917, var Absalon Joensen, sum var hjálparprestur í Suðurstreymoyar prestag jaldi 1914­1919.

 

Absalon hugleiðir í frásøgugreinini, sum hevur yvirskriftina »Kirkeindvielse«, um, hvussu nógv betri tað hevði verið, um føroyingar bygdu kirkjur av gróti heldur enn av »det letforgængelige Træmateriale«. – »Materialet fra vore egne øer ligger og venter paa at faa Lov til at være med til at prise Gud med smukt arbejdede Former og rene Linier og at forhøje Lovsangens Toner i vore kirker.«.

 

Absalon hevur annars næstan bara gott at siga um ta nýggju kirkjuna í Sandavági. – »Straks ved Indsejlingen til Sandevaag lagde man Mærke til, at den nye Kirke havde været i Hænderne

paa en Arkitekt, der havde villet fremstille noget nyskabt, helstøbt og afsluttet. Kirken er bygget i en Stilart, som gør den helt forskellig fra alle andre færøske Kirker.«

 

Onkrum hevur Absalon Joensen tó hug at finnast at. Hann umrøðir krosshválið í kirkjuni – »en særdeles smukt formet Krydsvælving«, sum hann tekur til, men sum hann tó heldur ikki hava »fundet Forstaaelse hos Malermesteren«. Hugleiðingar Absalons um kirkjuklokkuna, ið tá var, er stuttlig at lesa:

 

»I en saa statelig Kirke virker det meger flovt at høre Lyden af en Klokke, der er blottet for al Kirkeklokkeklang. Og man ønsker i sit stille Sind, at et og andet af den øvrige Bekostning maatte have været anvendt til Anskaffesle af en Klokke med rigtige Malmtoner.«

 

Amtmaðurin, setti prósturin og prestar »blev«, sigur Absalon Joensen »Søndag Morgen ført til Sandevaag af »Beskytteren«, hvis Øverstkommanderende elskværdigst havde slaaet Døren op paa vid Gab for alle, som havde lyst til at komme med – c. 150 Mennesker fra Thorshavn.«